Aðrar tungumál:
Innihaldsyvirlit
Strika módus
 Snarvegur: 
Ctrl+Delete (royndarstøða eingil) — er ein av arbeiðsmódusarnar
Strika  nodur, segment, 
 vegir og 
 limaførslur við einum musaklikki. 
Øll møguligu rørd objekt eru framhevd í Kortvísingini.
Brúka
- Tøm valið við [Esc]ellaStrika øll val (en). 
Annars vil valið og øll tilvísandi objekt til tað verða strikað við at fara inn í henda módusin.
- Far inn í Strika módus við snarvegi, við Módusmenyggjuni ella við Rættingaramboðslinjuni. 
 Markarin broytist.
- Klikk á nodur, vegasegment og vegir fyri at strika tey.
Broytingar
- Shiftfyri at strika bert eitt vegasegment.
 Teir afturverandi partarnir av vegnum verða deldir.
- Altfyri at spara nodurnar til ein veg.
 Hesar nodurnar vilja verða verandi sjálvt um teir ikki verða brúktar.
- Ctrlfyri umframt at strika øll objekt ið vísa til tað valda objekt utan umframt ávaring, inniholdandi limaførslur.
 Skilgreiningin av tilvísan er:- ein noda vísir til allar vegir hon er knýtt at
- eitt objekt vísir til allar limaførslur tað er limur í
- ein einfaldur vegur ið ikki er limur í einari limafylgju hevur ongar tilvísanir.
 
⏩ Markarin broytist í samsvar við tey rørdu objekti.
Striking av objekt ið eru limir í limaførslum
Um tú strikar eitt objekt ið er ein partur av einari limafylgju, má objekt verða strikað úr limafylgjunni. JOSM ger ikki hetta í tøgn. Í staðin verður fylgjandi staðfestingardialogur vístur:
 
Innførslurnar í vístu listanum vísa frá hvørjum limaførslum (aðra kolonnuna í tabellenum) objekt (ella objekti, um tú strikar meira enn eitt objekt) má verða strikað.
Klikk Avbrýt um tú ikki vil strika objekti úr hesum limaførslunum. Í hesum føli strikar JOSM ikki objekti heldur, arbeiðið verður avbrýtt. Klikk OK um tú samtykkir at strika objekti úr vístu limaførslunum.
Sí eisini
- Einfald Striking sum amboð 
Aftur til Rættingaramboðslinjan 
Aftur til Høvuðshjálpin



