wiki:Fo:Help/Dialog/TagsMembership

Hesari síða krevur kanska rætting og fleiri innanhýsis leinkjur.

Merki/Limaskap Panel

source:trunk/resources/images/dialogs/propertiesdialog.svg Knappaborð stytting:'_ Alt+Shift+P — ein av JOSM panellum

Nýting

Hetta panel vísir merkin fyri valdu eindir í Kortvísing, og loyvir tær at leggja aftrat, broyta ella strika út merki.

Lyklarnir og virðini ið verða nýtt í OpenStreetMap kunnu verða funnin við at nýta nógvar mátar.

Ávaring: Tú kanst eisini leggja aftrat merki til valda eind við at nýta fyriskipanir, sum er døkt í inngang til fyriskipanir.

Royn tað sjálv/ur

Opna hesa dømis fílu við at nýta valmyndina Fíla > Opna Stað ... (Ctrl+L).

Yvirlit yvir hetta panel

Tríggir partar, Fyriskipanar Leinkjur, Síur og Merkja Tabel, verða vístir bert um valið inniheldur minsta ein eind við merki.

Teljarar

Í hevdinum verða teljarinir fyri núverandi valdu eindir í Kortvísing vístir - eindir, merki og limaskap, um valið inniheldur minsta ein eind við merki ella limaskapi.

Fyriskipanar Leinkjur

complete screenshot better version Ikon og nøvn á fyriskipanir (en), nevnt:

  • Allar samsvarandi fyriskipanir til einstakrar eindar, um bert ein eind er vald
  • Fellir fyriskipanir av valdu eindum (samøki og úrslit sett kunnu verða tóm, tí ongar fellir fyriskipanir eru til allar eindir)
    • Viðmerkingar fyriskipanir (viðmerkingar ella bústaður) verða vístar um minsta ein eind hevur slíkt merki

Møgulig virkni: Vinstra músaklikk á fyriskipanini opnar fyriskipanina, sum víst í Inngang.

Síggja burturúr Merkjum

Merki síggja burturúr við somu samanseting sum Leiting (en):

  • Einfaldur tekststreingur (sum Rom verður leitað bæði í virðum og í lyklum (t.e. um tú leggur aftrat eitt merki "Rom"=ja tað samsvarar við "Rom" leiting)
  • "addr:city":om ella "addr:city":Rom samsvarar við addr:city=Rom merki

Øll merki ið ikki samsvara við síggja burturúr verða sleppt í Merkja Tabelini niðanfyri.

Merkja Tabel

Tabelin vísir merkin sum lykils/virðis par og eisini nakað tómt pláss niðanfyri. Eftir Síggja burturúr Merkjum omanfyri kunnu nakrar ella øll merki verða sleppt.

  • lykils/virðis par til einans valda eind
  • viðmerkingar samandráttur til nógvar valdar eindir har virðini eru:
    • virði, um allar eindir hava merkið
    • <tal 'virði', tal ikki stillað>, um tal av eindum hava merkið og hitt talið av eindum hava ikki merkið
    • <tal øðrvísi>, um allar eindir hava merkið men við tali av øðrvísi virðum
    • <tal øðrvísi, tal ikki stillað>, um nakrar eindir hava merkið men við tali av øðrvísi virðum og hitt talið av eindum hava ikki merkið

Møgulig virkni:

Limaskap Tabel

Tabelin vísir upplýsingar um limaskap av valdu eindum í sambøðum. Tabelin verður víst bert um nakrar eindir í vali eru limir í sambøðum.

Limur í
vísir slag av sambandi, navnið (virði av name=* merki), heildartalið av limum og støðuna - ófullkomna um sambandið ikki er fullkomið niðurhalað.
Leiklutur
vísir leiklutir sum:
  • tómt ella leiklutur, um allar eindir hava ongan leiklut ella allar hava somu leiklut
  • <øðrvísi>, um eindir hava øðrvísi leiklutir ella nakrar eindir hava leiklut og aðrar ikki.

Ávaring: Eindir uttan foreldra sambøð í staðbundnu dátu lagi kunnu hava foreldra sambøð á tænarini

Møgulig virkni:

  • dobbeltklikk á eind ella Alt+S opnar sambands rættaran (og val verður goymt)
  • høgra músaklikk á eind úr foreldra sambøðum vísir samsvarandi samhengis valmynd ("Broyta" eind opnar sambands rættaran)
  • dobbeltklikk á rúminum í leiklut dálkinum opnar næstu samrøðu til at broyta leiklutin av valdu limum í endini (og val verður goymt)

screenshot of role input dialog

Panel Knøttir

Grunn nýting er døkt í inngang til at leggja aftrat merki.
Panel knøttir verða vístir sjálvgevið, sjá (JOSM markamillum ansjáttar stilling (en))

source:trunk/resources/images/dialogs/add.svg Legg aftrat (Alt+A)

Aðrar virknir døktar í yvirlits deildini omanfyri.

source:trunk/resources/images/dialogs/edit.svg Broyta (Alt+S)

  • Broyt valt lykils/virðis par við at nýta Broyt virði samrøðu (en) - um merki var valt.
  • Opna sambands rættara - um samband var valt.

Aðrar virknir døktar í yvirlits deildini omanfyri.

source:trunk/resources/images/dialogs/delete.svg Strika út (Ctrl+Alt+Shift+D ella Del)

  • Strika út vald lykils/virðis par.

Um tú velur ein ella fleiri lykils/virðis par í merkja tabelini, og síðan klikkar á Strika út knøttin, verða tey avdoymd strikað út.

Dømi

Einans eind uttan foreldra sambøð (ávaring: tú kanst klikka á hevdini til at opna fullkomna fyriskipan):

without parent relations

Einans eind nýtt í 3 sambøðum samstundis:

Tá staðbundnu navn merki verða nýtt, verður mál, ið styttingin umboðar, víst aftanfyri lyklin:

Samhengis Valmynd

Sjá Merki/Limaskap Samhengis Valmynd

Fjølbroyttar Stillingar

Virði Sjálvgevið Greining
properties.presets.visible true Um stillað til true, vísir listan av fyriskipanum ið samsvara við núverandi merki.
properties.presets.top true Um stillað til true, vísir listan av fyriskipanum ið samsvara við núverandi merki omanfyri listan av merkjum, ella niðanfyri.
url.openstreetmap-wiki https://wiki.openstreetmap.org/wiki/ Adressan til OSM-wikiin ið verður nýtt til at síggja skjalseting av merki.

Aftur til Vindeyga valmynd
Aftur til Síðustripa
Aftur til Høvuðs valmynd
Aftur til Høvuðs hjálp

Last modified 3 weeks ago Last modified on 2025-05-01T16:14:57+02:00
Note: See TracWiki for help on using the wiki.