wiki:Fo:Releases

Tað eru fleiri ymiskar metódar at útvíkka og dreiva ritbúnað.

  • Handilsritbúnaður brúkar ofta útgávur við hækkandi versiónummurum.
  • Um størri feilur verða funnir, ella um smáar dagføringar ella feilrættingarútgávur verða gjørdar.
  • Millum stóru útgávurnar verður ritbúnaðurin betur og stundum umbygdur.

JOSM brúkar ein annan hátt.

  • JOSM ritbúnaðurin er altíð í einum støði, sum er klárur at dreiva.
  • Á hvørjari nátt verður nýggjur ritbúnaður bygdur (kallaður latest), sum kann verða brúktur.
  • Tí at eingin (serstakliga ikki forritari) er fullkomin, kunnu hesi nýggjustu versiónir hava fleiri ella minni alvarlegar feilur.
  • Fyri at minka trupulleikar, givi vit út uml. hvør mánað (en) ein støðuga útgávu (eisini kallað "próvað" útgáva).
  • Áðrenn støðuga útgávan verður útgivin, verður roynt at fjerna flestu kendu feilurnar og fullføra týðingar.
  • JOSM hevar eigiliga ikki nakað versiónummur (tað hevur verið 1.5 í nøkrum ár nú), men brúkar tað altíð vaksandi versión av keldukóða geymsluni.
  • Versión stýrilinjan á byrjanarsíðuni í JOSM sigur tær, hvørjar forritversiónir eru galdandi og sigur eisini tær, tá ein dagføring er tilráðilig.

Hvat hetta merkir fyri teg:

  • Um tú brúkar støðugu útgávuna, fært tú færri forritdagføringar og ein sera støðuga útgáva av ritbúnaðinum. Hetta er tilráðiligt fyri vanliga brúkaran.
  • Um tú brúkar nýggjasta útgávuna, fært tú altíð nýggjastu funktiónirnar, men eisini nýggjastu feilurnar.
  • Týðingar verða støðugt betraðar. Tað kann vera, at stundum manglar tekstur, men vanliga møtir tú ikki nógvum teimum fyri væl umsittu málunum (en).

Vinarliga minnast: JOSM kjarni liðið (en) hevur vanliga 2-3 virknar fólk á sama tíð. Við týðarum, eru tað líklega færri enn 10 fólk, sum regluliga arbeiða við JOSM.

Vit meta tína hjálp. Tú mást ikki vera forritari fyri at gera tað.

  • Net hjálpsíðurnar á enskum tørva at verða betraðar.
  • Viki síðurnar tørva týðingar í ymisk mál.
  • Forrit tekstirnir tørva týðingar í ymisk mál.
  • Vit tørva nógvar hugskotaríkar ikonir til manglandi forstillingar og forrit valmyndir.
  • Feil frágreiðingar tørva at verða vandaðar og próvaðar.
  • ...

WikiStart#Contribute (en) hvar tú kanst byrja at hjálpa.

Sí eisini


Aftur til Forritari Vegleiðingin (en)
Aftur til Høvuðs Hjálp

Last modified 6 hours ago Last modified on 2025-05-01T19:59:40+02:00
Note: See TracWiki for help on using the wiki.