wiki:Fo:Help/Concepts/Changeset

Sambandsluta

Nodur, vegir og sambond stovnaðir ella broyttir í JOSM eru einans tiltøk á staðnum uttan um teir eru "almenninggjørdir" á ambætara til at gera teir nytsamar fyri aðrar kortgerðarar. Ferðið at gera dátu almenninggjørt verður nevnt upphaling.

Tí tað eru hundraðir av kortgerðarum ið gera sítt landafrøðiliga dátu almenninggjørt á OSM-ambætaranum, er tað týdningarmikið at fylgja við hvør gør hvat slags dátu í hvørjum samhengi.

Sambandslutur bara flokka stovnan, broytingar og striking av dátu - við viðbótum sum comment, created_by, imagery_used og fleiri aðrar (hesar upplýsingar verða goymdar sum einfaldar merkingar). Líkt sum í øðrum wiki-búnaði, kann ein sambandsluta viðvíkja eina eind (ein bókstavsbroyting í tekstinum), men kann eisini innihalda stórar broytingar (striking av málsgreinum, pørt ella allur tekstur umskrivaður) við einans muninum at landafrøðiligar upplýsingar verða rættaðar í staðin fyri tekst. At kanna søguna av einum bókstavi er líka torført sum at bera tekst saman á ávísum tíðarpunkti. Tí heildar "teksturin" í OSM er 30-600GB stórur, so brúkarar tosa um søgu innan fleiri sambandslutur og ikki um heildar søgu hvørja ferð.

Ein meira høgkiligur háttur er at pakka saman bólk av tilknýttum eindum og geva pakkanum ein viðmerking, ikki teimum einstøku eindunum. Tað leiðir til, at um ein kortgerðari kortleggur sítt nærumiljø, kann hann ella hon hala upp pakka av nodum og vegum og geva honum viðmerkingina "kortlagt og endurskoðaðir nøkur vegir í býnum foo".

Í JOSM verður hesar pakkar nevntir sambandslutur. Sambandsluta er ein samling av tilknýttum broytingum (nýggjar eindir, broytingar á eindum, ella striking av eindum) lagdar á OSM-dátu.

Sambandslutur og upphalsferðir

Sambandsluta er sjálvstøðug frá einstakri upphalsferð.

Tú kanst keyra fleiri source:trunk/resources/images/upload.svg upphalingar (en) við somu sambandslutuni. Sambandslutan pakkar so saman broytingarnar gjørdar almenninggjørdar í allar upphalingarnar. Ein kortgerðari kann eisini steðga JOSM, byrja honum dag seinni og halda fram við at gera almenninggjørt til sambandslutuna ið hann ella hon brúkti dagin áðrenn, so longu hann ella hon ikki hevur latið aftur sambandslutuna.

Eginleikar hjá sambandslutum

Sambandsluta er upprunaliga opin og hon verður opin til hon verður afturlatin. JOSM-brúkari kann sérstakliga lata aftur eina ella fleiri av sínum opnum sambandslutum. Um hann ikki latur teir aftur, verða opnar sambandslutur sjálvvirkt afturlatinar av OSM-ambætaranum eftir tíðarmark. Sambandsluta ið ikki er opin verður nevnd afturlatin. Hon verður afturlatin fyri ævir og kann ikki verða opnað aftur.

Sambandsluta ið tú opnar er eignað av tær. Eingin aður kortgerðari kann gera dátu almenninggjørt í hesi sambandslutu og tú kanst ikki hala upp tíni dátu í sambandslutur hjá øðrum brúkarum.

Upphalsviðmerking og aðrar sambandslutumerkingar

Líkt sum nodur, vegir og sambond, er møguligt at skreyta sambandslutur við merkingum.

Týdningarmesta og einasta kravda merkingin er so nevnda upphalsviðmerking. Tá tú gerir dátu almenninggjørt í JOSM, mást tú skriva upphalsviðmerking við minst trimum teknsum. Hon er hesi viðmerking ið lýsir almenninggjørdum dátu fyri aðrar kortgerðarar.

Høgar Stillingar

Tú kanst stilla høgu stillingina upload.comment.max-age til 0 um tú ikki ynskir at fáa ein fyriútfyltan viðmerkingar tekstsværi. Tú kanst enn velja fyrrverandi viðmerking úr fallvaliskassanum.

Sí eisini


Aftur til Høvuðshjálp

Last modified 5 weeks ago Last modified on 2025-05-03T21:21:33+02:00
Note: See TracWiki for help on using the wiki.