Aðrar tungumál:
- English
- Esperanto
- føroyskt
- français
- 日本語
- norsk bokmål
- Nederlands
- русский
Ljóðkortlegging: Kalibrering
Um tú ikki er heppin, so er klokkan í tínum ljóðupptøkubúnaði ikki so nákvæm sum atómklokkur, sum verða nýttar av GPS kerfinu. Tí mást tú tryggja, at upptøkubúnaðurin er nákvæmur nokk, og um hann ikki er, mást tú meta munin og siga JOSM hvat munurin er. Hetta ferðalag verður kallað 'kalibrering'.
Ein feilur upp á 5 sekund um dagin kann merkja, at tú er 100m ella meiri burturúr eftir fýra tímar av uppmátan á súkklu, og meira í bili, um tú trýst á klokkuna í ljóðbúnaðinum fyri at vísa staðseting á GPS-sporinum.
Fyri at kalibrera, mást tú skriva eitt tal nærindis, men ikki nøyaktiliga 1.0, í kalibreringsstillingarnar í JOSM's Ljóð Innstillingar. Hetta tal er hlutfallið millum upptøkubúnaðans hugskot um longdina av upptøkuni og hina nákvæmu longd. Til dømis, um 3 tímar av ljóðupptøku verður til 3 tímar og 15 sekund, so er kalibreringstalið (3 x 60 x 60 + 15)/(3 x 60 x 60), sum gevur 1.00139 (fimm kommapláss eru nokk). Um klokkan í upptøkubúnaðinum gongur skjótari, verður talið eitt sindur minni enn 1.0. Um tað er sera ólíkt 1.0, so kast upptøkubúnaðin!
Ferðalag
- Gera upptøku av einum nákvæmum tíðarskeiði, umleið eins longum sum ein uppmátasamling, til dømis ein til fýra tímar: sig "NÚNA!" ella eitthvat líkt á einum kendum tíðarpunkti, ella í Bretlandi kanst tú taka upp Greenwich Time Signal ("piparnir"; nýt FM, ikki DAB, útvarp) og aftur á endingini.
- Meta hvussu long upptøkubúnaðurin heldur, at hetta er. Tú kanst ikki gera hetta við at spæla upptøkuna á upptøkubúnaðinum og meta tíðina, tí tað nýtur somu klokku til uppspæling sum til upptøku. Tú mást taka tín digitala fíl og meta hetta við at bera saman uppgevin samplingshædd við raunveruliga samplingshædd. Tú kanst gera hetta í JOSM ella nákvæmari við at nýta ein ljóðritari:
- Við at nýta ein ljóðritari sum Audacity, opna klipin og strika partarnar áðrenn og eftir tínar báðar merkingar. Piparnir eru lættir at ritgera við. Les longdina frá tíðarvisaranum (í Audacity rennur hetta við ovastu partið av ljóðbylgjuni).
- Í JOSM,
- opna ein GPS-fíl (sum helst, um hon er long nokk),
- Innflyt Ljóð í høkramenyuni á GPS álegginum fyri at gera eitt ljóðmerki álegg,
- spæl ljóðið til tú hoyrir byrjanarmerkingina,
- Gera Ljóðmerki á Spælarapíl
- endurtaka fyri endingarpunktin.
- sí merkingarnar fyri báðar punktarnar, sum eru í GPS-tíð frá byrjanini á sporinum; munurin er mát longd av ljóðsporinum.
- Deil mátu tíðina við raunveruligu tíðina og skriva úrslitið í Ljóð Innstillingar.
- Endurtaka fyri hvørja kortleggingarsamling til og um tú ert vissur um, at munurin er nokk støðugur. Eisini, hugsa um, at munurin kann broytast eftir ljóðgóðskustillingum á tínum upptøkubúnaði.
Aftur til Høvuðs Help