wiki:Fo:Help/AudioMapping/Synchronization

Ljóðkortlegging: Samstilling

Tí GPS-sporið og ljóðupptøkan vóru ikki byrjað samtímis, mátt tú samstilla. Tú hevur eisini møguliga givið støð í upptøkuni millumtíðar, so tú mást eisini samstilla uppaftur á hesum stað.

Tað eru tveir mátar at samstilla. Hvør er lættari at nýta, fer eftir um tú samstillir við ein GPS-punkt, sum tú gjørdi serskilt til hendan endamál, og eisini um tú byrjaði upptøkubúnaðin áðrenn ella aftaná at tín GPS byrjaði at skráseta spor.

Í báðum førum mátt tú nýta ljóðstýringarnar til at gera støð, spæla upp o.s.fr., og tú kanst draga teirra orange spælarapíl rundanum fyri at hoppa til ein serstakan punkt í upptøkuni.

  • um tú ikki sír orange spælarapíl fara við sporinum, meðan tú spælar ljóð, so vís, at 'Vís livandi ljóðspor' valmøguleikin í Ljóð Innstillingum er valdur.

1. Set ljóðmerki fyrst, staðseting seinni

  1. Spæl upp títt ljóðspor frá byrjanini. Tú kanst byrja við source:trunk/resources/images/audio-playpause.svg spæla ella við at trýsta á fyrsta ljóðmerkið.
  1. Tá tú hoyrir tína samstillingsmerking ("NÚNA!"), source:trunk/resources/images/audio-playpause.svg giv støð í uppspælingini.
  1. Meðan tú haltir Shift knøttin niðurtrýstan, draga teirra orange spælarapíl til staðsetingina, har tú vilt samstilla (har tú varst, tá tú segði tína merking). Hetta kann vera annaðhvørt eitt ljóðmerki, sum longu er, ella einfaldiliga ein punktur á GPS-sporinum.
    • um tú ikki velur eitt merki, sum longu er, verður eitt gjørt á hesum stað.

2. Set staðseting fyrst, ljóðmerki seinni

Fyri hendan metód mátt tú hava eitt ljóðmerki á staðnum, har tú samstillir. Um tú arbeiðir við GPS-punktar, skalt tú longu hava eitt. Tú kanst eisini leggja eitt við at nýta Gera Ljóðmerki á Spælarapíl í høkramenyunum (høgra musknappur) á Merki Álegginum.

  1. Spæl upp títt ljóðspor við at trýsta á ikonið fyri punktin, sum tú gjørdi á samstillingsmerkingini.
  1. Tá tú hoyrir tína samstillingsmerking ("NÚNA!"), source:trunk/resources/images/audio-playpause.svg giv støð í uppspælingini.
    • um tú byrjaði upptøkubúnaðin aftaná at fáa GPS-festu, mátt tú source:trunk/resources/images/audio-back.svg hoppa aftur í ljóðsporinum. Trýst ikki á fyrra merki, um tað er, fyri at gera hetta, tí tað myndi samstilla við ranga merkið.
  1. Vel Samstilla Ljóð í høkramenyunum fyri Merki Áleggið.
    • Spælarapílin skal hoppa aftur til merkið, og tá tú spælar merkið, skalt tú hoyra tína "NÚNA!" merking. Tá tú trýstir á onnur merki, skulu tey spæla upp ljóðið, sum tú skrásetti, tá tú gjørdi tað merkið.

Aftur til Ljóðkortlegging
Aftur til Høvuðs Help

Last modified 5 weeks ago Last modified on 2025-05-04T13:59:29+02:00
Note: See TracWiki for help on using the wiki.