[[TranslatedPages(revision=14)]] = Hvussu koyrir tú JOSM frá einum USB pinni (á einum Windows kerfi) = **Koyr JOSM á eini "fremmandari" Windows maskinu uttan instalatión ella ein JAVA maskina innstallerá á henni! ** ''[http://www.portableApps.com portableApps] býður uppá ein hátt at innstallera ein JAVA maskina á einum USB pinni, so tú kanst koyra JAVA .jar fílur á einari fremmandari maskinu uttan frekari instalatión. Hetta er innstallerá á pinna, tú kanst koyra eina vaniliga josm-tested.jar/josm-latest.jar við tí. Allar persónligu fílur (sum innstillingar, plugins) verða goymdar á pinna. Tú tørvar ~140MB frítt pláss á tínum USB pinna. '' At hava tína persónliga JOSM alltað við tær ... == Set USB pinin inn == Ok, hesa partin var lættur! :-) == Tak niður og innstallera "PortableApps.com Suite" == Frá http://portableapps.com/download tak niður bert platformina (3MB) og koyr .exe fíluna. Innstallerarin spyr eftir eitt málskoti, vel tín USB pinna grunnmappa (í fylgjandi, vit munu brúka g:\). == Tak niður og innstallera "Java Portable" == Frá [http://portableapps.com/apps/utilities/java_portable jPortable] tak niður og koyr .exe fíluna. Henda instalatiónin kann taka eitt hóskuliga langa tíð. Vinarliga minst: Innstallerarin mun takna niður Java motorin, so tørvar tú ein internet sambinding meðan tú innstallerar! == Tak niður og innstallera "Java Portable Launcher" == Frá [http://portableapps.com/apps/utilities/java_portable_launcher jPortable Launcher] tak niður og innstallera .exe fíluna. == Tak niður og goym "josm-tested.jar" á tínum USB pinna == Frá [wikitr:/Download Tak niður] tak niður provaða JOSM útgávuna ([/josm-tested.jar josm-tested.jar]) og goym hana á tínum USB pinna (t.d. á `g:\josm-tested.jar`) ''Tú kanst skifta 'josm-tested' við '[/josm-latest.jar josm-latest]' um tú livir livið á adda. Munurin burdi vera sjálvskýrur - um hann ikki er, hald tú teg við josm-tested.'' == Tak USB pinin út == #TakUsbUt * Um tú hevur onkrar applikatiónir ið atgongd hava til innihald á tínum USB dreiv (t.d. explorer ið vísir g:\), lat aftur * Her skal vera eitt PortableApps.com ikon í tínum taskbar (vanliga niðuri til høgru á skerminum), høgrklikkja á tað og vel exit * Brúka Windows "Safely remove hardware" at taka pinnan út (sum vanligt fyri USB tøk) == Byrja JOSM frá pinna == * Set USB pinin inn * Um autorun er virkið, "Start PortableApps.com" skal vísa seg, vinarliga byrja tað * Um onki hendir, byrja bert g:\Start.exe beinleiðis * PortableApps valmyndin skal vísa seg, vel "Java Portable Launcher" * Vel josm-tested.jar (í okkara dømi á `g:\josm-tested.jar`) * JOSM skal byrja upp sum vanligt Um tú hevur latið JOSM aftur, kanst tú byrja hana uppaftur frá PortableApps.com ikoninum í tínum taskbar. At taka pinnan út, lat eina koyrandi JOSM og fylg "Tak USB pinin út" leiðbeiningunum sum [#TakUsbUt omanfyri]. == Innstillingar, Plugins og líknandi == Í grundini hevur tú nú eina "nyggja JOSM instalatión" á tínum pinna (síðani við onnur JOSM ið longu er á teldu). Ein JOSM ið byrjar frá pinna, mun innlesa og goyma allar innstillingar, plugins og líknandi frá/á USB pinna. Minst at rita títt brúkarakonto, still innstillingar og tak niður tørvu plugins. Um tú ynskir at vita, fara allar persónligu fílur til: `G:\PortableApps\JavaPortableLauncher\Data\AppData\JOSM` **Hav gaman við tínum portable JOSM! ** == Sí eisini == * [https://wiki.openstreetmap.org/wiki/JOSM/HOWTO/Run_from_flash_disk_with_Java Howto á OSM-wiki] * [https://www.openstreetmap.org/user/Otnow/diary/34580 DIY Josm Portable instans á OSM-dagbókini (ru)] * [https://josm-on-usb-stick.mapathon.cz JOSM á usb pinna gjørdur av qeef]